Skráin til Johannudagin 2025

Leygardagin verður árligi Johannudagurin í Vági. Tað er felagið Johanna TG 326, sum saman við Vágs kappróðrarfelag og Vágs kommunu, fyriskipað Johannudagin.

Byrjað verður tó longu fríggjakvøldið við syngið við umborð á Johannu TG326 á fjørðinum. Aftaná verður føroyskur dansur saman við Jómsvíkingum og spurnarkapping í tjaldinum á kaiini.

Leygardagin verður stóra vatnkríggið á kaiini. Eisini verða aldargomlu grindabátarnir á fjørðinum, um veðrið er tilvildar. Høvið verður at vitja skipini, sum liggja við kai. Børnini og barnsligar sálir kunnu síggja sjórænarar og fara við teimum á ferð, og síggja livandi havdjór í fiskakørum. Í kappróðrarneystinum verða forvitsnisligur fyrilestur við Arnfinni Thomassen.

Johannudagurin endar við grillkvøldi og bryggjudansi, har bólkurin Tónar spæla.

Johannudagurin varð fyrstu ferð fyriskipaður í september 2021 og avgjørt varð, at hesin dagurin skuldi verða ein afturvendandi familjudagur í Vági. Í høvuðsheitum snýr dagurin seg um sluppina Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð.

Lesið skránna her.

Facebook viðmerkingar