Kl. 15 í dag skulu Suðringar spæla fjórðingsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, og spælt verður ímóti Víkingi.
Suðringar vóru herfyri í Gøtu og spældu málleysan javnleik ímóti Føroyameistarunum úr Víkingi, so vónirnar til eitt gott úrslit og framhald til hálvfinaluna í Løgmanssteypinum eru góðar.
Suðringar hava seinastu umførini havt nakrar spælarar úti við skaðum, umframt at Isaac hevur verið burturstaddur. Isaac er nú afturkomin og tøkur til dystin í dag.
Dysturin byrjar kl. 15.00
Mynd: Bjartur Vest
Facebook viðmerkingar