Síðsta ár bleiv ein flaki gjørdur av børnum úr barnagarðinum, hann var sera væl vitjaður, tað vóru bæði børn og vaksin sum brúkti hann, eisini vóru fleiri ferðandi sum eisini vóru túr við honum. Ti helt eg, at tað hevði verið stuttlig um fleiri flakar kundi verið á Vatninum, so lív kom í, har ung og gomul hugnaðu sær við flakunum.
Tórsdagin 17/5-18 klokka 18.00 verður flakatiltakið á Vatninum í Vági, skótarnir fara at selja kaka og bollar og kanska okkurt annað gott.
Tey sum eru við í flakatiltakinum, skulu hava bjargingarvestar við og meðan tiltakið er, skal ein vaksin verða umborð á flakanum.
Tað verður ein kapping at rógva út til hólmin, tann sum verður fyrst út til hólmin vinnur steyp.
Eisini verður kapping um hvør hevur vakrasta flaka.
Tey sum hava flakar við í tiltakinum, hava ábyrgrd av flakaunum, tey skulu sygja fyri at flakarni ikki reka runt á Vatninum eftir at tiltakið er liðugt, t.v.s at tá flakarnir ikki eru í brúk, skulu teir verða bundnir.
Vónandi taka fólk gott undir tiltakinum og fara væl um flakarnir og náttúruna.
Vegna fyrireikarnir.
Bjarni Johansen og Skótaliði Royndin
Facebook viðmerkingar