Í fjør tók Bjarni Johansen stig til eitt sera spennandi nýtt tiltak í Vági, tá “Flakakappingin á Vatninum” varð sett á skrá.
Tey flestu í Vági, sum eru farin um tey 30 árini, minnast aftur á “flaka-lívið” á Vatninum í Vági hvørt summar. Børn í 10-tal, ja onkuntíð upp í 100-tal, vóru hvønn dag á einum ótali av flakum á Vatninum.
Við jøvnum millumbiðlum hava einstakir flakar verið á Vatninum okkurt summarið. Í fjør var ein størri flaki gjørdur, sum fólk úr øllum heraðshornum av landinum brúkti, tá tey vitjaðu í Vági.
Kanska kom hugskotið til flakakappingina higani, líkamikið tá dagurin í gjár upprann, gjørdist talan um eitt veldugt tiltak.
Klokkan 18 í tórskvøldið byrjaði tiltakið og 12 flakar vórðu smíðaðir til hendan stóra dagin. Summi høvdu gjørt óvanliga nógv burturúr, og var hetta eisini sera stuttligt at síggja.
Steyp vóru latin til vakrasta flaka og til vinnaran av kappróðrinum / skjótasta flaka.
Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær vestur á Vatni og bil-køin var sum til ein toppdyst í fótbólt í 1980unum, tá bilar stóðu parkeraðir út til uttara enda av Vatninum.
Eitt framúr gott tiltak. Fyriskipararnir eiga stórt ros fyri eitt annarleiðis spennandi tiltak. Hópur av myndum er at finna á Facebook, ikki minst á Facebook síðuni Vágbingar.
Myndirnar við hesa greinina tóku Bjarni Johansen og Marita í Lágabø.
Facebook viðmerkingar