Kvøldskúlablaðið Eftirgróður er á gáttini

BySuðuroyarportalurin

17. september 2025

Vágs kvøldskúli bjóðar øllum frá 15 ár og eldri, hjartaliga vælkomin til eitt nýtt kvøldskúlaár við fjølbroyttum og áhugaverdum skeiðum.

Eins og undanfarin ár er tilboðið vaksið, soleiðis at okur aftur í ár kunnu bjóðað eitt breitt úrvæl av skeiðum innan handverk, mentan, rørslu og førleikamenning.

Okur hava í ár roynt at varðveita tey vælumtóktu skeiðini. Harafturat eru okur komin við nýggjum skeiðum. Í ár hava okur eisini lagt dent á, at fáa fleiri styttri skeið í skránna, tí tey styttri skeiðini vísa sjeg at hava stóran áhuga millum fólk. Hetta merkir, at í skránni eru fleiri ein-dags skeið.

Hyggið í blaðið og fái íblástur – úrvalið er stórt hetta skúlaárið. Blaðið er fari til prentingar og verður borðið út í næstu viku.

  • Tilmeldingin letur upp mánadagin 22. septembur klokkan 10.00 á heimasíðuni vagur.fo/kvoldskúlin. Kvøldskúlaskráiin fyri 2025/26 kann longu lesast talgilt her.

Um tykur ynskja hjálp við tilmeldingini, so eru okur í Miðlatúni klár at hjálpa.

Facebook viðmerkingar