Leygardagin 20. September er árliga tiltakið Rudda Føroyar.
Á hvørjum ári luttaka umleið 20 milliónir fólk úr øllum heiminum.
Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum.
Hevur tú hug at hjálpa at rudda Føroyar? So kanst tú melda teg, títt húski og/ella títt felag, tín stovn ella tína fyritøku til at rudda á altjóða ruddingardegnum. Jú fleiri vit eru, tess meira megna vit, og tess reinari gerast Føroyar.
Við at tilmelda tykkum fáa tit kunning um ruddingar tætt við tykkum og eina áminning um at luttaka á altjóða ruddingardegnum. Almenningurin fær kunning umvegis teldupost áðrenn ruddingardagin, meðan vit samskipa ruddingarnar beinleiðis við feløg, stovnar og fyritøkur, soleiðis at tað er greitt, hvar og hvussu hesi rudda.
Melda ttil rudda Føroyar: https://ruddaforoyar.fo/melda-til-at-rudda/
Facebook viðmerkingar