Michael í Lágabø settur sum leiðandi húsavørður

BySuðuroyarportalurin

25. september 2025

Vágs kommuna: Í summar søkti Vágs Kommuna eftir einum leiðandi húsavørði. Tá freistin at søkja var úti, høvdu fimm menn søkt og avgjørt varð at seta Michael í Lágabø í starv.

Michael er 49 ára gamal og útbúgvin timburmaður. Seinastu árini hevur Michael verið sjálvstøðugur vinnurekandi.

Michael byrjaði í starvinum mánadagin 15. Septembur.

Facebook viðmerkingar