
Hevði tú vilja brúkt nakrar vikur at arbeiða fjar í nøkrum av heimsins mest fjarskotnu og vøkru landsløgum? Nú kanst tú búgva og arbeiða í Føroyum, Íslandi ella Noregi – mitt í stórslignum firðum, fjøllum og livandi arktiskum samfeløgum.
Arctic Digital Nomads Grant bjóðar einstaklingum, pørum og familjum úr øllum heiminum møguleika at søkja um at gerast partur av átakinum í 2026. Hetta er eitt serligt samstarv millum Vágs kommunu (Føroyar), Samfélagsmiðstøðina á Þingeyri (Ísland) og Geirangerfjord World Heritage Foundation (Noreg), stuðlað av NORA (Nordic Atlantic Cooperation). Endamálið er at geva luttakarum møguleika at sameina arbeiði, ævintýr og gevandi mentanarliga uppliving.
Stórur áhugi og góð úrslit frá fyrstu rundu
Fyrsta Arctic Digital Nomads Grant varð bjóðað út seint í 2024, og longu í byrjanini av 2025 komu fyrstu luttakararnir. Áhugin var sera stórur, fleiri hundrað umsóknir komu inn úr øllum heiminum, og átakið fekk drúgva miðlaumtal, millum annað frá NRK og Forbes.
Luttakararnir greiddu frá, at teir funnu ein heilt serligan javnvág í lívinum. Um dagin arbeiddu teir í felags skrivstovuhølum, og í frítíðini fóru teir út at kanna stórslignu arktisku náttúruna. Teir tóku eisini lut í lokalum tiltøkum, hugnakvøldum og festivalum, og nógvir luttakarar søgdu, at teir kendu seg sum ein part av samfelagnum.
Hetta staðfestir, at áhugin fyri nýggjum lívs- og arbeiðsháttum er vaksandi, og at smá arktisk samfeløg kunnu bjóða nakað heilt serstakt.
Hetta er við í stuðlinum
- Fult dekkað skrivstovupláss og bústaður í upp til 3 mánaðir
- Atgongd til altjóða netverk av luttakarum og lokalum samstarvspørtum
- Møguleiki at kanna náttúruna, uppliva lokal mentan og taka lut í samfelagslívinum
Hvør kann søkja?
Stuðulin er opin fyri øllum at søkja, sum hava áhuga at uppliva lívið í Arktis, óansæð um tú:
- Vilt arbeiða fjar, ert frílansari ella sjálvstøðug/ur vinnurekandi
- Ert lesandi, íverkseti ella skapandi sum leitar eftir nýggjum íblástri
- Ert einsamøll/ur, saman við maka ella við familju
Tað sum hevur mest at siga, er tín forvitni og vilji at kanna ein ørvísi hátt at liva og arbeiða, tín opinleiki fyri at búgva í samfelagnum í framtíðini, og títt ynski um at gerast partur av felagsskapinum meðan tú ert har.
Soleiðis søkir tú
Søk gjøgnum heimasíðuna hjá Arctic Digital Nomads.
Tú kanst viðhefta fíl í umsóknini, eitt video, myndir ella eina stutta frágreiðing sum vísir, hví tú vilt liva og arbeiða í Arktis, og hvussu tú kanst geva nakað aftur til lokalsamfelagið.
Send umsókn á arcticdigitalnomads.com.
Letur upp: 1. oktobur 2025
Freist at søkja: 15. oktober 2025
Uppihaldið verður millum: 1. januar og 1. mai 2026
Meira kunning: Vitja heimasíðuna hjá Vágs Kommunu her og heimasíðuna arcticdigitalnomads.com.




Facebook viðmerkingar