Á miðlafagnaðinum á Vísindavøkuni í dag varð kunngjørt, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2025 verður latin Una Árting.
Uni Árting er útbúgvin jarðfrøðingur og starvast á Jarðfeingi. Hann er eisini í parttíðar starvi á Rúmdardeplinum á Oslo Universiteti.
Jón Brian Hvidtfeldt, limur í dómsnevndini, segði soleiðis, tá hann avdúkaði vinaran:
”Uni Árting hevur seinastu árini ofta gjørt samrøður í útvarpi og sjónvarpi og havt framløgur í ymiskum sambondum, eitt nú um djúphavs mineralir í føroyskum øki, um eldgos í Íslandi og um gransking á Tindhólmi hjá Mars vísindatoyminum, sum hann er limur í.
Dómsnevndin metir, at Uni Árting á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.
Hann dugir sera væl at miðla sína vitan og gransking til almenningin á ein lætt skiljandi, fangandi og kjakkveikjandi hátt. Hann er engageraður og dugir væl at seta sína gransking inn í aktuellar støður og koma við niðurstøðum, sum gera okkum klókari um tað, sum hendir í jarðfrøðini her hjá okkum og aðrastaðni, eisini úti í rúmdini.
Uni Árting hevur eisini á annan hátt varpað ljós á gransking í jarðfrøði. Hann hevur skipað fyri almennum tiltaki um rúmdarvísindi við luttøku av royndum altjóða rúmdargranskarum, og fyri nøkrum árum síðani skipaði hann saman við øðrum fyri eini heilt serstakari framførslu við upptøkum frá føroysku undirgrundini undir heitinum “Hvussu ljóða Føroyar?”.
Og so er tað eisini komið okkum fyri oyra, at Uni Árting saman við øðrum starvsfólki á Jarðfeingi í næstum fer at geva út eina sera fína bók um føroysk mineralir.
Í einum tilmæli, sum Granskingarráðið hevur fingið um at geva Una Árting miðlaheiðurslønina í ár, stendur m.a.:
”Uni Árting er væl kendur av føroyingum fyri sina miðling av vísindaligum tilfari, og hann dugir sera væl at hugtaka áhoyrararnar við sínum stóra innliti í jarðfrøði”.
Við hesum skal eg vegna Granskingarráðið handa Una Árting Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2025”
Síðani handaði Jón Brian Una heiðursskjal. Eisini fær hann 5.000 kr.
Um heiðurslønina
Heiðurslønin er í ár latin á trettanda sinni.
Heiðurslønin kann latast granskarum, miðlafólki ella øðrum, sum hava dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit.
Ein dómsnevnd við umboðum fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið hevur valt, hvør skal heiðrast í ár. Í nevndini eru Jón Brian Hvidtfeldt, Bergur Djurhuus Hansen og Dagmar Joensen-Næs.
Heiðurslønin er áður latin:
2012 – Dorete Bloch
2013 – Pál Weihe
2014 – Kári Sólstein
2015 – Bogi Hansen
2017 – Jens-Kjeld Jensen
2018 – Magni Mohr
2019 – Lis Mortensen
2020 – Debes Christiansen
2021 – Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 – Maria Skaalum Petersen
2023 – Heini í Skorini
2024 – Silas Olofson
Facebook viðmerkingar