So byrjar Eydnudeildin aftur at venja í Suðuroynni. Vant verður í Vágs høll týsdagin kl 16.00.
Tey í Eydnudeildini greiða frá, at tey í ár fara at gera tað eitt sindur øðrvísi hesa ferð. -Vit venja í Vági í oktober, síðan fara vit í eina aðra høll í novembur og desembur, meira um tað seinni.
ØLL børn, ið á ein ella annan hátt, ikki megna at luttaka í øðrum ítrótti, eru hjartaliga vælkomin.
Venjingin er lagt til rættis soleiðis at øll kunnu vera við, og fleiri venjarar eru at hjalpa børnunum.
Hetta er ein fantastiskur felagsskapur fyri børn og foreldur, og vit gera nógv fyri at geva børnunum nogvar coolar upplivingar, td Eydnucup og Lykkecup.
Vónandi síggja vit nógv fitt nýggj andlit og sjálvandi tey sum hava verið við fyrr
Eydnudeildin í Suðuroy – Svanarnir
Facebook viðmerkingar