Heilsuskúlin verður styrktur og verður verandi í Suðuroynni !

BySuðuroyarportalurin

29. september 2025

Ár um ár koma flytifuglarnir um várið, leita sær maka, reiðrast og nørast her á oyggjunum, og leita suðureftir aftur, tá summarið er farið at halla og heystið byrjað.

Á sama hátt er afturvendandi ár um ár eitt rend eftir Heilsuskúla Føroya og staðsetingini í Suðuroynni.

Og nú var tað aftur her. Búskaparráðið, kommunalpolitikarar, og nú eisini eitt tingfólk hjá okkum í Tjóðveldi. Staðsetingin av Heilsuskúlanum er ein trupulleiki, siga tey.

Liðiligu útbúgvingarnar verða enn liðiligari

Um samskift hevði verið við leiðsluna á Heilsuskúla Føroya, so høvdu hesi fingið at vita, at Heilsuskúlin í rúma tíð hevur arbeitt við skipan, har útbúgvingin verður gjørd enn meiri liðilig, við ætlan um at leggja afturat døgunum við fjarundirvísing og sum nakað nýtt eisini við undirvísing norðanfjørðs ein dag um vikuna.

Hetta greiddi Vivie Davidsen, stjóri á Heilsuskúla Føroya væl frá í Kringvarpi Føroya í útvarpinum leygardagin.

Hon greiddi eisini frá at fjarundirvísing longu er ein munandi part av útbúgvingartíðini.

Til dømis á Heilsuhjálparaútbúgvingini, sum er 15 mánaðir til longdar (harav 6 mánaðir (2 x 3 mánaðir) eru starvsvenjing), har er 2. hvør vika fjarundirvísing – ja, tú kann ganga í skúla heimanífrá 2. hvørja viku.

Á Heilsurøktaraútbúgvingin, sum er 22 mánaðir long (við 9 mánaðum (3 x 3 mánaðir) í starvsvenjing), har er fjarundirvísing 2 dagar um vikuna – ja, tú fylgja undirvísingini heimanífrá 2 av 5 døgum um vikuna.

Nú er so ætlanin at gera skipanina enn meiri liðiliga við fleiri døgum við fjarundirvísing og eisini døgum við undirvísing norðanfjørðs.

Arbeiða við loysnum og við at styrkja, ikki við at flyta Heilsuskúlan

Summi leggjast eftir staðsetingini av Heilsuskúlanum og peika á staðsetingini sum trupulleikan.

Men vit eru eisini nøkur, sum brúka tíð og orku uppá at arbeiða við loysnum – eisini loysnum á avbjóðingini við at fáa fleiri at nema sær útbúgving sum heilsuhjálparar og heilsurøktarar.

Ein týðandi liður í loysnini er lønarlyftið til starvsfólk á umsorganarøkinum, sum samgongan framdi í fjør.

Annar partur av loysnini er skattalættin hjá samgonguni, sum starvsfólk í umsorganarøkinum eisini fáa ágóðan av, framum til dømis hálønt.

Triði parturin av loysnini snýr seg um løn undir útbúgving, sum varð samtykt í Løgtinginum í vár. Har er at vóna, at partarnir, Landið, kommunurnar og fakfeløgini, skjótt finna eina loysn á hvussu lønarstøðið á lønini undir útbúgving skal verða.

Fjórði parturin snýr seg um gera útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum enn smidligari, Tað arbeiðið er ígongd og er komið væl áleiðis. Stjórin í Heilsuskúlanum greiddi í KVF frá, at hetta fer eisini at krevja eina hægri játtan. Tað játtanina fara vit eisini at finna á Fíggjarlógini – og er hon ikki á Fíggjarlógini, sum verður løgd fram týsdagin, so loysa vit tað í Fíggjarnevndini, tí hetta er eitt økið, sum krevur raðfesting.

Jú, nøkur brúka tíð og orku uppá at trumma um flyting av Heilsuskúlanum. Vit er eisini fleiri, sum arbeiða við loysnum. Loysnum, sum styrkja Heilsuskúlan og leggja lunnar undir, at fleiri kunnu fara undir útbúgving á Heilsuskúlanum.

Tjóðveldið garantur fyri menning kring alt landið

Øll tey 30-35 árini eg havi verið virkin í Tjóðveldi, hevur ein týðandi partur av politikkinum hjá flokkinum snúð seg um at skapa menning kring landið alt. -Hevur snúð seg um at skapa best gjørligu karmar og møguleikar hjá fólki at liva, virka og arbeiða kring alt landið.

Økismenning og útjaðaramenning eru hjartabørn hjá Tjóðveldi.

Tað var eisini Tjóðveldi, við Torbjørn Jacobsen, sum landsstýrismanni, sum legði Heilsuskúlan í Suðuroynni – og Heilsuskúlin verður sjálvandi ikki fluttur.

Tjóðveldi eigur eisini lut í flestu av íløgunum, sum eru gjørdar kring landið, tí hetta er ein so týðandi partur av tí at byggja land – og byggja alt landið, ikki bara partar av landinum!

Økis- og útjaðaramenning eru eisini orsøkirnar til millum annað, at nýggj skip til smærri Oyggjaleiðirnar eru í samgonguskjalinum – orsøkin til at Suðuroyartunnilin er í samgonguskjalinum – orsøkin til at bústovnar verða bygdir kring alt landið er í samgonguskjalinum, fyri at nevna nøkur dømi.

Hetta var eisini orsøkin til at eg, sum landsstýrismaður, tók avgerð um raðfesting av góðari ferðaætlan út í Hest, tá Sandoyartunnilin lat upp – tí vit í Tjóðveldi vilja, at fólk skal kunna liva, virka og arbeiða kring alt landið.

Tann dagin vit sleppa hesin politikkinum, verða Føroyar fátækari.

Dennis Holm, Løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar