Fundir um kommunalu ferðavinnuætlanirnar

BySuðuroyarportalurin

1. oktober 2025

Í samband við, at kommunurnar skulu lata inn kommunalar ferðavinnuætlanir til Landsstýrið áðrenn ársskiftið, verða heimfólk, festarar og hagastýrir bjóða á fund. Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í ymsu kommununum.

Á fundunum verður greitt meira frá ferðavinnuætlanini, um arbeiðið hjá Suðuroyrar Ferðavinnufelag og síðani verður lagt upp til prát, viðmerkingar og spurningar.

Yvirlit yvir fundirnir:

Vágs Kommuna: mánadagin 6. oktobur kl. 19.00 í Miðlatúni

Porkeris Kommuna: Tórsdagin 9. oktobur kl. 19.00 í Húsinum við Á

Hvalbiar Kommuna: Týsdagin 14. oktobur kl. 19.00 í Royn høllini

Fámjins Kommuna: Tórsdagin 23. oktobur kl. 19.00 í Vesturhøll

Hovs Kommuna: Nærri kunning kemur seinni

Sumbiar Kommuna: Nærri kunning kemur seinni

Borgarar, sum ikki kunnu møta til fundin í egnari kommunu, kunnu møta á fundi í aðrari kommunu.

Facebook viðmerkingar