Svein í Prestgarði útgávukvøld í Salt

BySuðuroyarportalurin

6. oktober 2025

Hetta vikuskifti í september fyri júst 10 árum síðani kom fyrsta útgávan hjá Sveini út á marknaðin og fekk stórfingna móttøku

Síðani tá eru fleiri útgávur latnar úr hondum bæði í Føroyum og uttanlanda
Hesaferð er tónleikurin framleiddur í Noregi ilætin country stíl, Svein hevur verið sera virkin í Noregi seinnu árini við tónleiki og boðskapi
Heitið á hesi nýggju útgávuni er…Í gjár í dag, ja alla tíð ið minnir okkum á, hóast skiftandi umstøður á ferðini so er Harrin, hin sami!

Svein í Prestgarði hevur við sær tónleikabólk í Salt og vóna tey hetta kann gerast ein rík løta fyri øll

Verið hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar