Vágs kommuna: Um middagsleitið í dag komu átta nýføðingar á vitjan í Miðlatúni. Hesir nýggju vágbingarnir fingu gávu frá Vágs Kommunu.
Fyrr í summar samtykti Sosiala- og heilsunevndin at lata gávur til allar nýføðingar í kommununi. Í gávuni er ein byrjunarpakki frá lokalu fyritøkuni Natúrlig, sum inniheldur ymiskar umhvørvisvinarligar vørur til mammur og nýføðingar.
Í dag bjóðaði Rakul Nolsøe í Lágabø, forkvinnan í Sosialu- og heilsunevndini, vælkomin og heilsaði uppá nýggju vágbingarnar. Eftirfylgjandi greiddi Una Galán frá Natúrlig frá vørunum og eisini var heilsufrøðingurin frá Gigni til staðar í Miðlatúni.
Í ár eru níggju børn fødd, og okkurt barn er á veg. Tað bar ikki til hjá einstøkum foreldrum at luttaka á tiltakinum í dag, men hesi fáa sjálvandi eisini eina gávu – eins og komandi nýføðingar fara at fáa.
Vágs Kommuna takkar fyri hugnaliga løtuna og gleðir seg longu til 28. oktober, tá næsta tiltakið fyri mammur og teirra nýføðingar verður í Miðlatúni. Tann 28. oktober vitjar Apotekið, sum fer at vísa fram vørur til mammur og børn. Og 25. november fer fysioterapeuturin Beinta Vestergaard at tosa um rørslu og sansastimbran.
Lýst verður við tiltøkunum, tá ið tey nærkast.
Á myndini vænta nøkur av børnunum.
Facebook viðmerkingar