Í oktober vitja trý útlendskum listafólkum, Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens Vágs Kommunu. Hesi listafólkini fara saman við staðbundnum kreftum at arbeiða við eini spennandi listaverkætlan undir heitinum Ljósið millum okkum.
Verkætlanin er inspirerað av film savninum hjá Sævar Halldórssyni og Paula Poulsen, ið hava savnað upptøkur gjøgnum seinastu 40 árini í og kring Vág. Savnið er fult av myndum og upptøkum, sum vísa gerandislív, samfelag og hátíðarhald í Vági, og verður nú víst fram alment fyri fyrstu ferð.
Næmingar úr 4.–6. flokki í Vágs Skúla hava verði ein partur av hesi verkætlan og í tí sambandi, luttikið í verkstovum á FabLab, har tey hava lært um linoliumprent og listaverk. Eisini hava tey vitjað Ruth Smith savnið og hugt at myndum úr video savninum hjá Sævari og Paula, fyri at fáa íblástur til at skapa síni listaverk. Úrslitið er ein framsýning av linoliumprentum, sum næmingarnir hava framleitt sjálvi.
Verkætlanin fevnir um trý ymisk listaverk, ið verða víst fram í oktober: Linoliumprent gjørt av næmingum úr Vágs Skúla
Eitt filmlistaverk á gøtuni við livandi myndum úr video-savninum
Ein heimildarfilmur við filmsbrotum hjá Sævar Halldórssyni og Pauli Poulsen
Í sambandi við verkætlanina verða fleiri tiltøk í oktobur, eru fleiri tiltøk á skránni.
Skrá: –
- Frumframførsla av linoliumprenti, 10. oktober kl. 16:00 Sýningin verður at síggja frá 10. til 18. oktobur Framleitt av børnunum í 4-6 flokki í Vágs skúla Stað: Skúlalaðið við Gamla skúla, Vágsvegur 101
- Frumframførsla av filmsbrotum, mánadagin 13. oktober kl. 20.00–22.00 frá Sævar Haldórsson & Paula Poulsen Eftir hettar verður tað sýnt frá 14. til 19. oktober kl. 19:00-22:00 Stað: Uttanfyri Gomlu krambúðina á Gørðunum, Vágsvegur 105
- Frumframførsla av heimildarfilmi, leygardagin 18. oktobur kl. 20.00 og kl. 21.30 við filmsbrotum frá Sævar & Paula Stað: Ítróttarháskúlin, Vágsvegur 111 Ókeypis billett fæst á ebillett.fo og Miðlatúni frá fríggjamorgun kl. 10:00. – Avmarka nøgd.
Møguligar broytingar og meira kunning verður at síggja á Facebook-síðuni hjá Miðlatúni.
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka og uppliva Ljósið millum okkum.
Facebook viðmerkingar