Vágs kommuna: Í samband við at arbeiðsmenninir seinastu dagarnir hava reinsa vatnbrunnar og gjørt viðlíkahaldsarbeiði á vatnverkunum, kann borgari uppliva, at vatnið í krananum ikki er heilt klári í eitt minni tíðarskeið.
Kommunan mælir til, at húsarhald og stovnar við Vestara reinsiverk skola allar kranar gjøgnum við at lata kranarnir renna í ½-1 min og bæði heita og kalda vatni og at hetta verður gjørt um kvøldi í viku 41 og 42.
Og av tí sama eru arbeiðsmennirnir í gongd við at skola brandpostar ígjøgnum.
Boðað verður frá, nær onnur økið kunnu skolast út.
Hús, ið hoyra til Brekkugerðar Reinsiverk, ið hava upplivað, at vatntrýsti er follið. Har skuldi trýstið verið økt aftur. Kókitilmælið á Brekkugerðar reinsiverkið stendur við, inntil onnur boð verða givin.
Facebook viðmerkingar