Heystmarknaður á Tvøroyri

BySuðuroyarportalurin

13. oktober 2025

Komandi leygardag verður árligi Heystmarknaðurin á Tvøroyri – hann verður á Seglloftinum frá kl. 12 – 18:00. Upprunaliga byrjaði heystmarknaðurin í stóra tjaldinum hjá Tvøroyrar kommunu, ið var sett upp til endamálið, í miðbýnum.

Ásannast mátti tó, at veðrið vil ikki altíð spæla við og tí bleiv tiltakið flutt oman á havnarlagið og er Seglloftið nú karmur um tað, ið er innandurða.

Undirtøkan hevur verið góð øll árini, bæði frá teimum, ið ynskja at selja okkurt heimavirkað og frá teimum vitjandi. Í ár er einki undantak og vit kunnu aftur bjóða fólki at keypa ymiskt forkunnugt, heimavirkað.

Bundin pløgg, seymaði pløgg, bróstsukur, heimabakað, súltutoy, góðgæti, kjøtpylsa, føroyskur ostur, fiskur og mangt annað verður aftur at fáa.

LIVANDI FISKUR OG SLAKT

Eins og siðvenja er, so verður aftur høvið til at síggja livandi fisk og annað úr sjónum, í kørum á havnalagnum. Fyritøkan Ra-Fish, við Ragnar Groth, fer at seta rúsur á fjørðinum og fæst nakað í tær, so verður tað at síggja í kørunum, ið Delta Seafood hevur verið okkum so beinasamt at fáa til vega. Lokala fyritøkan Groth Electric fer at seta pumpur á kørini, so nóg mikið av luft er í, til tað, ið er livandi í kørunum.

Ragnar Groth fer eisini at selja fiskavørur á heystmarknaðinum og er tað fyrsta floks vøra.

Í garasjuni, ið hoyrir til gl. Kgl. Handilin, fer Danial Viðoy at fletta eitt lamb. Fólk eru vælkomin at hyggja at, meðan slaktað verður. Tá liðugt er, verður møguleiki hjá fólki at bjóða upp á lambið. Í ár er ætlanin at sundurlima krovið, so høvið verður at bjóða upp limirnir hvør sær.

ER EINKI PLÁSS EFTIR?

Næstan alt er upptikið, men vit hava enn okkurt borð eftir, so um onkur hevur hug til at loypa til í seinastu løtu, so eru tey vælkomin 😊 Skrivið til bn@tvoroyri.fo

Í komandi viku fara vit at varpa ljós á øll tey, ið luttaka á ársins Heystmarknaði.

Facebook viðmerkingar