Thomas Thinggaard longt við TB

BySuðuroyarportalurin

13. oktober 2025

Thomas Thinggaard longt sáttmálan fram til 2027.

TB og venjarin, Thomas Thinggaard, hava longt samstarvið fram til 2027.

Okur eru sera fegin um, at okur í TB hava tryggjað okkum Thomas tvey tey næstu árini. Thomas er ein dugnaligur, arbeiðssamur og professionellur venjari. -Og formaðurin í felagnum, André Dalfoss, er eisini ovurfegin um samstarvið:

“Okur eru øll sera glað fyri, at okur hava tryggjað okkum Thomas tvey ár afturat.
Thomas vísti sínar dygdir beinanvegin, tá hann kom til felagið í juni. Hann hevur fingið ró á felagið. Hjálparvenjaratoymið, ungdómsvenjarar og leiðslan eru sera væl nøgd við hansara arbeiði.”

André leggur afturat: “Hann hevur fingið nógvar ungar menn at spæla nógvar minuttir. Hann hevur ongantíð verið í iva um, hvat felagið ynskir – og tí er Thomas perfektur til TB.”

Facebook viðmerkingar