Vinabýarsamstarvið millum Vágs Kommunu og Suðurnesjabær verður tikið upp aftur

BySuðuroyarportalurin

14. oktober 2025

Vágs kommuna: Í nógv ár høvdu Sandgerði og Vágs Kommuna eitt gott og virkið vinabýarsamstarv. Samstarvið fevndi um bæði mentanarlig og ítróttarlig tiltøk, og var við til at styrkja bondini millum Suðuroy og Sandgerði.

Tá Sandgerði og Garður løgdu saman og stovnaðu Suðurnesjabær, fall samstarvið tó niðurfyri.

Áðrenn Ólavsøku í ár vitjaði borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen, Ísland, har hann hevði fund við býráðið í Suðurnesjabær. Vitjanin varð ein partur av arbeiðinum at endurnýggja vinabýarsamstarvið, og stutt eftir sendi Vágs Kommuna ein formellan fyrispurning um at taka samstarvið upp aftur.

Nú hevur býráðið í Suðurnesjabær viðgjørt málið og samtykt at taka vinarbýarsamstarvi upp aftur við Vágs Kommunu.

Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, fegnast um, at samstarvið nú verður tikið upp aftur. Okur hava altíð havt eitt gott samband við fólkini í Sandgerði, og tað er gleðiligt, at okur nú kunnu byggja víðari á tað í samstarvi við Suðurnesjabær. Jeg eri sannførdur um, at nógv gott kann koma burturúr, bæði á mentanarliga, vinnuliga og ítróttarliga økinum.

Við avgerðini verður grundað undir nýggjum møguleikum fyri samskifti, vitjanum og felags tiltøkum millum tær báðar kommunurnar, sum nú aftur eru knýttar saman við vinarbondum tvørturum Norðuratlantshav.

Facebook viðmerkingar