Ásgerð Stenberg Olsen skrivað verk til Aldubáruna

BySuðuroyarportalurin

15. oktober 2025

Ásgerð Stenberg Olsen er 19 ára gomul, úr Vági, floytuleikari og tónaskald á Musikkmiðnámi. Hon hevur skrivað verkið “BLÁTT LJÓS” til 30 ára hátíðarhaldskonsertina hjá Aldubáruni 18. oktober í Hátúni.

Hon hevur skrivað eina trio fyri floytu, klarinett og fagott. Ásgerð sigur um tónleikin, at verkið lýsir ymiskar kenslur við íblástri í bláum litum, eins og tað er ein roynd at varpa ljós á at skapa list uttan mørk, líkamikið hvør mann er.

Tey, ið spæla, eru: Andrea Heindriksdóttir, floytu – Anna Klett, klarinett og Joost Bosdijk, fagott.

Facebook viðmerkingar