Leygardagin er seinasta umfar í Betrideildini á skrá.
Greitt er, at KÍ er Føroyarmeistari í 2025, men í toppinum er tað ikki avgjørt hvør vinnur silvurkrúnurnar og hvør vinnur bronsukrúnurnar.
Í botninum er tað greitt, at TB er flutt niður í 1. deild, men tað er ikki avgjørt, hvør flytur niður saman við TB, hvørt tað verður 07 Vestur ella FC Suðuroy.
So har eru nakrir avgerandi dystir á skrá í seinasta umfari, og sjálvandi skulu allir dystir spælast samstundis. Og sum tað sæst í dystaryvirlitinum niðanfyri, so eru allir dystir lagdir kl. 14.30.
FC Suðuroy fjepparar høvdu helst allir væntað og vónað, at dysturin byrjaði kl. 14.00 og ikki kl. 14.30. Dysturin ímóti B36 í Havn er jú heilt avgerandi fyri FC Suðuroy – fyri liðið, fyri felagið og fyri fjepparar. -Og sjálvandi hava nógv ætlanir um at fara at stuðla FC Suðuroy í Gundadali leygardagin, har B36 tekur ímóti.
Var dysturin kl. 14.00, so hevði tað borið til at sloppið suður við Smyrli kl. 16.00. Men við tað at dysturin er kl. 14.30 og tí endar umleið kl. 16.15, so lukkast FC Suðuroy fjepparar ikki suður fyrr enn kl. 21.15 og eru so við hús rundanum midnáttina leygarkvøldið, í staðin fyri at verða við hús við nátturðatíð.
Sjálvandi skuldi dysturin verið lagdur, soleiðis at tað er so lagaligt hjá sum tilber – eisini hjá fjepparum hjá FC Suðuroy.


Facebook viðmerkingar