Ongin doyði – men ferð drepur nógv annað

BySuðuroyarportalurin

23. oktober 2025

Vit koyra enn ov skjótt í Føroyum. Og ferðsluvanlukkur henda framvegis. Men í tíðindunum hoyra vit ofta, at „ongin doyði“, og vit fegnast sjálvandi um tað. Við hvørt eru ár ímillum at nakar persónur doyr í ferðsluni.

Men fyri tað, um ongin persónur doyr í einari ferðsluvanlukku, so er tað so nógv annað sum fær skaða. Um tú gert skaða á onnur, so doyr okkurt innan í tær sjálvum. Tað sjálvsálitið, sum tú einaferð hevði er ikki tað sama. Og tínir vinir síggja teg ikki á sama hátt. Og foreldrini eru ikki líka við upp á at læna tær bilin. Og missur tú koyrikortið kanst tú missa alt frá læruplássi til starv ella aðrar framtíðarmøguleikar.

Vit skulu minnast til, at hóast #ongindoyði, so drepur ferð ofta nógv annað.

Facebook viðmerkingar