Leygardagin var seinasta umfar í Betrideildini hjá monnum í fótbólti. Stórur spenningur var undan seinasta umfari, hvørt FC Suðuroy megnaði at fáa sama úrslit sum 07 Vestur, tí hetta var tað, sum skuldi til, fyri um FC Suðuroy skuldi varðveita plássið í Betrideildini. Undan umfarinum var greitt, at TB fór at flyta niður í 1. deild.
Dysturin hjá FC Suðuroy ímóti B36 í Gundadali endaði við 0-2 tapi, og tá 07 Vestur samstundis leikti javnleik 3-3 ímóti EB/Streymi, so endaði 07 Vestur nr. 8 í Betrideildini og FC Suðuroy endaði nr. 9.
TB leikti seinasta dyst javnleik 1-1 ímóti B68 við Stórá.
Endaliga støðan í Betrideildini 2025 gjørdist hendan.



Facebook viðmerkingar