Lærlingur til Vágs skipasmiðju

BySuðuroyarportalurin

27. oktober 2025

Hevur tú hug at arbeiða við stórum maskinum, stáli og skipum – og at læra eitt handverk, tú kann brúka alt lívið?

Vágs skipasmiðja leitar eftir lærlingi til maskinsmið og skipstimbur.

Sum lærlingur hjá Vágs skipasmiðju verður tú partur av einum arbeiðsplássið, sum arbeiðir við øllum frá smærri bátum til størri skip, maskinviðlíkahaldi og umvælingum. Tú lærir at brúka maskinur og amboð til mannagongdir og at arbeiða sjálvstøðugt við uppgávum, ið krevja bæði hendur og heila.

Lærutíðin er 4 ár, men styttri um tú hevur SIT 1 og 2.

Tú fær:

  • Góða og tryggja upplæring
  • Møguleika fyri at læra eitt dygdargott handverk
  • Løn sambært sáttmála millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag

Áhugaði kunnu venda sær til Gudmund K. Jacobsen, telefon 230500 og teldupost vagsship@olivant.fo.

Facebook viðmerkingar