Almennur spurningur til samgonguna: Nær verður arbeiðsvikan stytt?

BySuðuroyarportalurin

30. oktober 2025

Fakfeløg krevja svar frá samgonguni um styttri arbeiðsviku.

Arbeiðsvikan skal styttast, tað var eitt av gyltu vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi á seinasta løgtingsvali. Styttri arbeiðsvika er eisini partur av samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Nú er so eitt gott ár til komandi løgtingsval. Men enn er arbeiðsvikan ikki stytt.

Styttri arbeiðsvika hevði lætt munandi um hjá øllum løntakararunum, serstakliga hjá barnafamiljum.

Men nú tigur samgongan um ætlaninar um at stytta arbeiðsvikuna.

Vit undirritaðu fakfeløg vilja tí koma við einum almennum spurningi til Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi og Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn.

Nær verður arbeiðsvikan stytt?  

Við virðing fyri føroyska lønmótakaranum vænta vit okkum svar frá forfólkunum í samgonguflokkunum. 

Fakfelagssamstarvið 
Starvsfelagið 
Føroya Lærarafelag 
Føroya Pedagogfelag 
Akademikarafelag Føroya 
Heilsuhjálparafelag Føroya 
Havnar Arbeiðskvinnufelag 
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Facebook viðmerkingar