Í dag kl. 16.30 leggur Jóna Joensen nýggju bók sína, FRÍ, fram á Seglloftinum á Tvøroyri.
FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogi.
Bókin, ið er skriva sum skaldsøga, kann eisini nýtast sum ein kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir.
Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, ið hevur skriva bókina FRÍ. Íblásturin kemur frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu við grønmetið, fruktum, urtum og víni.

Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Páll Isholm hevur skriva eitt ummæli um bókina FRÌ:
http://isholm.blogspot.com/2025/10/fri-fri-fri.html


Facebook viðmerkingar