Seinastu vikurnar og ikki minst í vár hevur verið drúgt orðaskiftið um Suðuroyartunnilin. Ein partur av orðaskiftinum hevur eisini handlað um kostnaðir av Smyrli og Suðuroyarleiðini, sum vit kenna hana í dag.
Í roknistykkinum í samband við Suðuroyartunnilin, verður kostnaðurin av Smyrli og Suðuroyarleiðini sett upp ímóti útreiðslunum av at rinda lánsgjald og rakstur av Suðuroyartunlinum.
Í tí tilfarinum verður mett, at ein nýggjur Smyril fer at kosta 800 mió. kr. Spurningurin er hvussu eftirfarandi tann metingin er?
13. januar 2025 fór nýtt skip í sigling ímillum skotska meginlandi og Isle of Arran. Skipið Glen Sannox, sum er 102,7 m langt og 17 m. breitt. Skipið tekur 1.000 ferðafólk og 127 bilar ella 16 trailarar.
Glen Sannox kostaði umleið 150 mió. pund svarandi til 1,275 milliardir kr.
Samanborið við Glen Sannox er Smyril 135 m. langur og 22,7 m. breiður. Smyril tekur 976 ferðafólk og 200 bilar ella 30 trailarar. Smyril er sostatt góð 30% størri enn Glen Sannox.
Verður tað tikið inn í myndina, at Smyril er væl størri enn Glen Sannox, so er eisini sannlíkt, at Smyril fer at kosta meiri enn Glen Sannox.
So tá mett verður, at ein nýggjur Smyril fer at kosta 800 mió. kr., so er tað við Glen Sannox í huganum, sannlíkt, at ein nýggjur Smyril helst fer at kosta omanfyri 1,5 milliardir krónur at byggja.
Verður Suðuroyartunnilin av ongum og ein nýggjur Smyril tí skal byggjast innan eini 5 ár, so skulu rættiliga stórar upphæddir finnast á fíggjarlóg landsins komandi árini.



Facebook viðmerkingar