Allan Smedemark nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá TB

BySuðuroyarportalurin

11. november 2025

Tvøroyrar bóltfelag fegnast um at kunna boða frá, at Allan Smedemark er settur sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum.

Allan hevur í nógv ár verið ein týdningarmikil partur av TB. Hann hevur verið venjari í ungdómsdeildini — bæði hjá dreingjum og gentum — og eisini hevur hann verið samskipari og havt aðrar týðandi uppgávur í felagnum.

Afturat arbeiðinum í TB hevur Allan eisini royndir sum landsliðsvenjari hjá bæði U17 og U15 dreingjum og gentum, og kemur sostatt við sterkum fakligum grundarlagi og góðum kunnleika til fótbólt á ungdómsstøði.

Høvuðsungdómsvenjarin fer at arbeiða tætt saman við Thomas Thinggaard, sum verður hansara høvuðsstuðul í menningini av ungdómsarbeiðinum.

Vit gleða okkum til eitt fyrimyndarligt samstarv og eitt sterkt ungdómsarbeiði.

Facebook viðmerkingar