Jólakalendarin hjá Lions Suðuroy verður nú seldur

BySuðuroyarportalurin

13. november 2025

Í dag eru unddómar farnir undir at selja Jólakalendarin hjá Lions Suðuroy. Eins og undanfarin ár, so eru tað 24 sera góðir vinningar á jólakalendaranum. Sí eisini myndina niðanfyri.

Inntøkurnar frá søluni fara til arbeiðið hjá Lions Suðuroy, sum seinastu nógvu árini hevur stuðlað víða um bæði í nærumhvørvinum, kring landið og uttanlands við.

Vinnaratølini á Jólakalendaranum verða kunngjørd á Suðuroyarportalinum fyrst í desembur.

Jólakalendarin kostar 100,- kr. og tað verður tíverri ikki tikið ímóti gjaldskorti, tá selt verður.

Facebook viðmerkingar