Í kvøld var Ebbu virðislønin 2025 handað í Norðurlandahúsinum og var tað Nansý Sunadóttir, sum fekk Ebbu virðislønini 2025.
Ebbu-virðislønin er ein føroysk bókmentavirðisløn, ið verður handað ungum rithøvundum við serligum gávum. Virðislønin varð handað fyri fyrstu ferð í 2018.
Virðislønin er nevnd við rithøvundin Ebbu Hentze, ið tó er betri kend sum týðari. Í testamenti sínum skrivaði hon soleiðis: “Eftir deyða mín skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, harundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns-grunninum.”


Facebook viðmerkingar