Barnaverkætlanin í Vágs Kommunu – fyrstu royndirnar vísa jaliga gongd

BySuðuroyarportalurin

20. november 2025

Barnaverkætlanin hjá Vágs Kommunu byrjaði 1. mars, og hóast stutt er liðið, eru fyrstu gongdirnar bæði jaligar og vællukkaðar. Tað hevur verið greitt frá byrjan, at stórur áhugi er fyri verkætlanini – bæði millum foreldur og fakfólk – tí ynskið er at lætta um gerandisdagin hjá børnunum og at fyribyrgja mistrivna so tíðliga sum gjørligt.

Stór vælvild og áhugi

Verkætlanin hevur fingið góða móttøku frá fakfólki í kommununi og frá øðrum samstarvspørtum uttan fyri kommununa – í ytri geirunum. Tað sæst eitt greitt forvitni eftir, hvat tættari samstarv, títtari uppfylging og felags ábyrgd kann hava at siga fyri barnið og familjuna. Fleiri hava víst á týdningin av at arbeiða tvørfakligt – at draga somu línu og deila vitan, amboð og loysnir.

Ein hugburðsbroyting er í gongd

Eitt týðandi stig í verkætlanini er hugburðsbroytingin frá “stovn til stovn” og yvir í eina heildarhugsan, har lívið og tørvurin hjá barninum stendur í miðdeplinum. Fakfólk arbeiða nú meiri miðvíst eftir tí hugsan, at barnið ikki er trupulleikin, men at barnið hevur ein trupulleika og at vit vaksnu hava felags ábyrgd av at finna bestu loysnirnar.

Somuleiðis arbeiðist tað nú nógv meira við at tryggja lættari og minni stirvnar yvirgongdir hjá børnum – bæði millum stovnar og frá stovni í skúla. Felags vitan og amboð fylgja barninum, so arbeiðið verður samanhangandi.

Tvær arbeiðssøjlur

Verkætlanin byggir á tvær høvuðssøjlur:

1. Fyribyrgjandi átøk

  • At styrkja dagliga arbeiðið í barnagarði, innskúling og frítíðarvirksemi.
  • At brúka felags amboð sum TÍTT og Betri Vinir.
  • At seta inn við skjótum og lættum fyribyrgjandi tiltøkum, áðrenn trupulleikar vaksa seg størri.

2. Samansett átøk til børn við størri tørvi

  • At tryggja, at børn, sum yvir tíð hava havt tað trupult, fáa rættan stuðul.
  • At arbeiða tætt saman við teimum, sum kenna barnið best – foreldrini.
  • At seta bæði stutttíðar og langtíðar átøk í verk við greiðum avtalum og uppfylging.

Sparring og fjølbroytt samstarv

Starvsfólk og leiðslur á stovnunum fáa nú møguleika fyri sparring á staðnum. Hetta ger tað lættari at síggja tørv og seta neyðug tiltøk í verk – innan verandi karmar.

Starvsfólk, ið eru við í einum tøttum netverkssamstarvi, vísa á, at tey har kenna sín leiklut, ábyrgd og tíðarperspektivið er greitt. Tað hevur stóran týdning, at ein ábyrgdarpersónur hevur “toghaldið” og tryggjar, at mál og átøk halda fram uttan avbrot. Hesin leikluturin fellir á netsamskiparan í barnaverkætlanini.

Skjótt hjálp – ein hurð inn

Foreldur og fakfólk kunnu venda sær beinleiðis til netsamskiparan í barnaverkætlanini. Í samband við eina áheitan, so verður tørvurin lýstur skjótt, netverkið verður savnað, og saman verður arbeitt eftir at náa eini felags fatan av støðuni. Síðani verða semjur gjørdar um:

  • stutttíðarátøk til at skapa ró og stabilitet
  • langtíðarátøk til at betra um trivnað og menning
  • greiðar avtalur um leiklutir og uppfylging

Eisini eru ung kunnað um møguleikan at fáa skjóta hjálp, m.a. í samstarvi við heilsufrøðingin hjá Gigna. Sum meginregla er bara ein “hurð” inn – og øll fakfólk arbeiða móti sama endamáli: at styrkja trivnaðin hjá barninum ella tí unga.

Jaligar broytingar longu sæddar

Fyrstu úrslitini eru longu at síggja:

  • børn møta støðugari í skúla
  • tættari samstarv millum stovnar og foreldur
  • størri sosialt og fakligt virkni hjá fleiri børnum
  • eygnasamband, nærvera og tryggleiki hjá barninum eru broytingar, sum fakfólk meta sum serliga gevandi

Menning í tilvitan og fyribyrging

Alt fleiri starvsfólk ynskja eitt tættari samstarv tvørtur um fakøkir. Arbeiðsgongdir eru nú meira fyribyrgjandi. Fokus er flutt frá “okur plaga” til “hvat er besta loysn út frá tørvinum?”. Hetta ger arbeiðið bæði meira mennandi og meira effektivt.

Foreldur søkja aktivt hjálp

Fleiri foreldur hava longu uppsøkt sparring við ynski um at fáa skjóta hjálp til sítt barn.
Hetta vísir á eitt stórt álit á verkætlanina – og á ein felags vilja til at arbeiða fyri, at børn og ung í Vágs Kommunu hava bestu fortreytir fyri trivnaði og menning.

Facebook viðmerkingar