Mánakvøldið var kunnandi fundur um Suðuroyartunnilin í Skúladeplinum í Suðuroy.
Politisku økisfeløgini skipaðu fyri fundin fyri at seta á skrá hesa sera umráðandi verkætlan fyri Suðuroynna.
Á fundinum greiddi Bjarni Hammer frá politisku tilgongdini. Dennis Holm hevði framløgu um fíggjarliga partin. Og Einar Brimnes, verkætlanarleiðari hjá PF Suðuroyartunnilin greiddi frá verkætlanini og teimum broytingum, sum eru komnar í verkætlanini síðani í vár.
Nógv fólk vóru møtt til tiltakið og breið semja var um, at Suðuroyartunnilin má koma nú, og var tað eisini ein av høvuðsboðskapunum frá fundinum.


Facebook viðmerkingar