Jólini nærkast og ársins jólaskrá fyri Vág er nú tøk og gevur eitt greitt yvirlit yvir tiltøk og hendingar, sum koma at mynda jólahugnan í bygdini komandi vikurnar.
Longu nú er nógv virksemi í gongd. Nevnast kann at jólasølan hjá Verkstaðnum á Bakka er latin upp, og fríggjadagin er Black Friday, har handlarnir spíla seg út við tilboðum. Komandi sunnudag verður jólatræið í Vági tendrað, har nógv fólk plaga at savnast til eina hugnaliga og hátíðarliga løtu.
Jólasmátturnar eru settar upp við SEV-húsið, og opningstíðirnar hjá smáttunum eru at finna í skránni. Har sæst eisini, nær tiltøk verða og hvussu virksemið er lagt til rættis dagarnar fram móti jólunum og nýggjárinum.
Møguligar broytingar kunnu koma, og tí verður mælt til at fylgja við talgildu skránni, sum verður dagførd, um okkurt broytist.
Les jólaskránna her!


Facebook viðmerkingar