Nú er klárt at byggja í Hvalba

BySuðuroyarportalurin

26. november 2025

Á bygdaráðsfundi mánadagin gav kommunan byggiloyvi til at fara undir at byggja raðhúsini vesturi á Heyggi í Hvalba.

Janus Thomsen, borgarstjóri upplýsir, at hetta eru gleðilig tíðindi, at ein privat fyritøka av Tvøroyri hevur átikið sær henda leiklutin at fara undir at byggja bústaðir í Hvalba.

Hetta fer at geva heilt nýggjar møguleikar fyri at seta búgv í kommununi. Eisini fer hetta at geva møguleika til fólk, sum sita í stórum húsum, har børnini eru blivin vaksin og flutt út, at kunna selja til ungar barnafamiljur og sjálvi flyta inn í nakað minni.

Á myndini handar Janus Thomsen, borgarstjóri byggiloyvið til Sylvan Poulsen, verkætlanarleiðara hjá MTV Byggivirki.

Sylvan Poulsen, verkætlanarleiðari greiðir frá, at teir eru spentir at fara undir byggingina og miða ímóti at fara í gongd longu í ár. Nakað av planeringsarbeiði skal gerast og síðani verður sokkul stoyptur, áðrenn timburelementini verða framleidd í komandi ári.

Sylvan Poulsen upplýsir til seinast, at áhugað longu nú kunnu seta seg í samband við hann við fyrispurningum viðvíkjandi verkætlanini.  

Facebook viðmerkingar