Evnaríki TB-spælarin Torkil Úlvur Jespersen Holm fer komandi tvey árini at spæla við B68.
Torkil fyllur 20 ár tórsdagin í hesi vikuni. Hann er vongverji og miðvallari, og higartil hevur hann bara umboðað barndómsfelagið við Stórá í Trongisvági.
Umframt at hava spælt í Betrideildini fyri TB í ár og í 1. deild í fjør, so hevur Torkil eisini spælt fimm U-19 landsdystir, og í ár var hann fastur maður í U-21 landsliðshópinum.


Facebook viðmerkingar