Avlýsingar á Suðuroyarleiðini fríggjakvøldið

BySuðuroyarportalurin

4. desember 2025

SSL: Vegna átrokandi umvælingararbeiði umborð á Smyrli, verða túrarnir fríggjadag 5/12 kl. 18:30 av Havnini og kl. 21:00 av Krambatanga ikki sigldir.

Ferðandi við bílegging til kl. 18:30 av Havnini eru flutt til kl. 13:00.
Ferðandi við bílegging til kl. 21:00 av Krambatanga eru flutt til kl. 16:00.

Facebook viðmerkingar