BORGARAFUNDURIN UM SUÐUROYARTUNNILIN Í SALT Í DAG ER FYRIBILS AVLÝSTUR

BySuðuroyarportalurin

7. desember 2025

Borgarafundurin um Suðuroyartunnilin, sum var boðaður at verða í SALT sunnudagin 7. des., kl. 13.30 er fyribills avlýstur/útsettur.

Orsøkin er, at uppskotið um Suðuroyartunnilin enn ikki er framlagt í Løgtinginum. Tað er ynskið, at borgarafundurin verður hildin, tá uppskotið liggur frammi, so fólk kunnu kjakast á greiðari grundarlagi.

Nærri boð seinni, nær fundurin verður…

Vegna stigkararnar:

Tvøroyrar kommuna, Kristin Michelsen, borgarstjóri

Vágs kommuna, Bjarni Johansen, borgarstjóri

Hvalbiar kommuna, Janus Thomsen, borgarstjóri

Porkeris kommuna, Ása Holm, borgarstjóri

Sumbiar kommuna, Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri

Hovs kommuna, Delmar Tausen, borgarstjóri

Fámjins kommuna, Jóanes Lisberg, borgarstjóri

Facebook viðmerkingar