Í fíggjarætlanini fyri 2026 verður einki ansinginargjald kravt fyri juli og desembur. Vágs Kommuna hevur í nøkur ár ikki kravt gjaldið fyri ansing í desembur mánaða, og juli mánaði hevur verið fríur, og soleiðis verður eisini í ár.
Vágs Kommuna hevur gingið undan og ikki kravt ansingargjald í desembur. Tað hevur veri sera kærkomið hjá barnafamiljunum, at tey bert rinda ansingargjaldið 10 mánaðir um ári, tá desemburmánaði er blivin fríur.
Hettar er sera kærkomið hjá foreldrinum, tí jólamánaðin er sera kostnaðarmikil, sigur Levi Mørk formaður í Barna og Ungdómsnevndini. At tey fáa hesa jólagávu í ár og eisini komandi ár, er jú framúr styrki fyri okkara barnafamiljur.
Somuleiðis hækkar barnafrádráttur í 2026 frá 6.250 kr. upp til 6.500 kr. Øll fíggjarætlanini fyri 2026, kann lesast her.


Facebook viðmerkingar