Tú hevur møguleika at siga tína hugsan um eldraøkið í Suðuroy. Bú- og Heimatænastan í Suðuroy er í gongd við at gera eina 10 ára framtíðarætlan fyri eldraøkið í oynni.
Endamálið við framtíðarætlanini er at tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu, har brúkarar og búfólk eru í miðdeplinum.
Vit hava tvey spurnarbløð. Eitt er ætlað komandi brúkarum, sum búgva í Suðuroy og eru 55 ár ella eldri. Hitt spurnarblaðið er ætlað øllum, sum búgva í Suðuroy uttan mun til aldur. Svarini eru anonym.
Um tú býrt í Suðuroy, heita vit á teg um at hjálpa okkum við at svara einum av hesum spurnarbløðunum:
Komandi brúkari 55 ár og eldri
Borgari í Suðuroy (ongin aldursavmarking)
Takk fyri títt íkast, sum hevur stórt virði í arbeiðinum at gera eina framtíðarætlan fyri eldraøkið í Suðuroy.
Freistin at svara er fríggjadagin 12. desember.
Bú- og Heimatænastan


Facebook viðmerkingar