Fólkatalið í Suðuroynni tað lægsta í fleiri enn 100 ár

BySuðuroyarportalurin

10. desember 2025

Hagstova Føroya hevur nú kunngjørt fólkatalið pr. 1. november 2025. Fyri Føroyar undir einum er fólkatalið frá 1. nov. 2024 til 1. nov. 2025 vaksið við 343, ein vøkstur á 0,6%. Fólkatalið í Suðuroynni er í sama tíðarskeiðið minkað við 52, sum er ein minking á 1,1%.

Fólkatalið í Suðuroynni var 1. nov. 2025 komið niður á 4.509 fólk, sum er 1.327 fólk færri enn í 1990, ein minking á 22,7% seinastu 35 árini. Í sama tíðarskeiðið er fólkatalið í Føroyum vaksið við 15%.

Verður hugt aftur í tíð, so er fólkatalið í Suðuroynni 1. nov. 2025 tað lægsta í fleiri enn 100 ár. Fyri 100 árum síðani, í 1925, var fólkatalið í Suðuroynni 5.141, ella omanfyri 600 fólk fleiri enn tað vóru í november í ár.

Facebook viðmerkingar