Jólahøgtíðin er fyri nógv ein góð og hugnalig tíð, har samvera og hugni fylla nógv. Men hjá summum kann jolahøgtíðin eisini følast, sum ein er einsamallur – ein kann hava mist ein kæran, familjan býr langt burturi, ella aðrar orsøkir gera, at ein situr einsamallur.
Nú hava sjálvboðin, við stuðli frá Vágs Kommunu, tikið stig til at bjóða teimum, sum annars høvdu sitið einsamøll, til eina hugnaliga jólaløtu.
Jólaløtan verður mánakvøldið 22. desember klokkan 18.00 – 21.00 í Meinigheitshúsinum.
Á skrá verða jóladøgurði, sangur, søgur og spøl – alt sett saman fyri at skapa eina hugnaliga løtu.
Løtan er ókeypis, men tilmelding krevst, so vit vita, at matur er til øll. Tilmelding fer fram her.
Tey sjálvbodnu bjóða øllum, sum sita einsamøll á jólum, hjartaliga vælkomin.
Heitt verður eisini á øll, ið kenna onkran, sum kanska hevði glettst um eina slíka løtu, um at kunna tey og – um tørvur er á tí – hjálpa teimum at tilmelda seg.
Kontaktpersónur er Finn Johannessen.


Facebook viðmerkingar