Suðuroyar Sparikassi og FC Suðuroy hava longt stuðulssamtarvið

BySuðuroyarportalurin

10. desember 2025

Vit í Suðuroyar Sparikassa fegnast um at hava longt stuðulsavtaluna við FC Suðuroy, ið er galdandi fyri komandi 3 kappingarárini.

FC Suðuroy er eitt virkið felag, sum hevur stóran týdning fyri nærumhvørvið. At nógvir leikarar eru á ungdómslandsliðunum vísir eisini dygd, og at framtíðin hjá felagnum er bjørt.

Eyðbjørn Thomsen, formaður í FC Suðuroy fengast um longdu avtaluna. “FC Suðuroy eru sera takksom fyri drúgva og týðandi stuðulin frá Suðuroyar Sparikassa gjøgnum nógv ár. Tað hevur alstóran týdning fyri felagið, at hava ein álítandi og lokalan stuðul, sum ikki bara hugsar um ítróttin her og nú, men sum eisini sýnir ein vilja til at stuðla undir framtíðina hjá felagnum og øllum limum tess.
Stuðulin frá Suðuroyar Sparikassa hevur gjørt tað møguligt hjá FC Suðuroy at menna týðandi ungdómsarbeiðið og eisini arbeiðið hjá fremstu liðunum. Vit hava kunnað bøtt um umstøður, útgerð, venjingarviðurskifti og skipanir, sum koma øllum limum felagsins til góðar.

Suðuroyar Sparikassi er ikki einans er ein stuðul, men ein samstarvsfelagi, ið hevur víst felagnum álit, trúðskap og ein virðiligan áhuga, at styrkja samanhald, trivnað og møguleikar.

Stuðulin er ein langtíðar íløga, og gevur hettar felagnum stabilitet at menna felagið víðari og eru vit sera takksom fyri stuðulin.

Vit kunna í fullum áliti siga, at hesin stuðulin hevur havt stóran týdning fyri at varðveita eitt sterkt, savnað og virkið FC Suðuroy.”

Facebook viðmerkingar