Handa mánadagin undirskriftir um samferðsluna um Suðuroyarfjørð

BySuðuroyarportalurin

13. desember 2025

Góðu suðuroyingar

Mánadagin 15/12 fara vit norður at handa løgmanni og samferðslumálaráðfrúnni undirskriftirnar, ið eru komnar inn í samband við kravgongu um samferðsluna um Suðuroyarfjørð.

Vit fara norður við Smyrli kl. 6.00 av Krambatanga og ganga niðan í Tinganes, har løgmaður og samferðslumálaráðfrú eftir avtalu tekur ímóti undirskriftunum.

Vónandi koma nógvir suðuroyingar norður við at vísa ónøgd við vánaligu samferðsluna um Suðuroyarfjørð.

Jú fleiri vit eru, jú sterkari signal senda vit til landsins myndugleikar.

Fyrireikingarbólkurin

Øll eru vælkomin í FB-bólkin: Kravgonga um trygga og støðuga samferðslu um Suðuroyarfjørð https://www.facebook.com/groups/25055175487412488

Facebook viðmerkingar