Gera gjøldur við strandaðum suðuroyingum

BySuðuroyarportalurin

13. desember 2025

Smyril avlýsti fráferðina suður kl. 16 í dag og ætlaða ferðin millum Havnina og Suðuroynna var sostatt av ongum. Og við hesum strandaðu nakrir hundrað suðuroyingar í Havn.

Sum vera man hevur hetta ført við sær kjak á Facebook. Ein partur av kjakinum handlar sjálvandi um, at suðyroyingar eru ónøgdir, harmir og keddir um støðuna.

Ein annar partur hevur tíverri handlað um at gera gjøldur við støðuni og gera tápuligar viðmerkingar um strandaðu suðuroyingarnar. Hetta sigur ikki sørt um virðingina, sum summi hava fyri suðuroyingum.

Ein mamma úr Suðuroynni, sum eisini er partur av ítróttarfelagið, hevur nú talað at, og tann viðmerkingin tolir eisini at fara her á Suðuroyarportalin.

Hon skrivar:

Haldi tað er heilt syndarliga vánaligt av okkara egnu føroya fólki, at sita soleiðis og viðmerkja og hava holdningin til “Hvat so um hesi ganga og mala í Havn” 😞

Nógv teirra eru okkara børn, ítróttarbørn osv. Tey eru farin norður at luttaka í ítróttarkappingum, á sama hátt sum øll onnur børn í landinum. M.a. steypakappingar í hondbólti, sum okkara børn eisini vilja vera partur av, á sama hátt sum restin av ítróttarbørnum í landinum.

Vit hava landsliðsleikarir í langar banar, fleiri sum í oktobur brúktu 104 tímar at ferðast til landsliðvenjingar, ímeðan aðrir landsliðsleikarir brúktu í besta føri 7–12 tímar.
104 tímar uppá 1 viku ! Hugsi tykkum – so nógva orka brúka nøkur av okkara børnum – bara fyri at vera við !

Høvdu tit vita alt sum okkara børn leggja fyri, fyri at møta til kappingar. Og ja, okkara holdningur er at man møtir upp. Siglir Smyril, so møta vit upp !

Og so sita vaksin fólk her, og flenna og háða okkara børn, sum er strandaði í meginøkinum. Ja, har er kanska fínt at vera.
Men er hettar gott nokk í 2025 ? 🥺 eg spyrji bara ?

Góðu tit – øll hesi ungu hava eisini sosialar miðlar og síggja alla vanvirðing tit hava fyri tykkara føroya fólki sum búgva í suðuroynni.

Facebook viðmerkingar