Nógvir suðuroyingar í Løgtingið at fylgja viðgerðini um Suðuroyartunnilin

BySuðuroyarportalurin

15. desember 2025

Nakað eftir døgurða í dag byrjaði 1. viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Sum verða man, so hevur hetta eitt uppskotið stóran áhuga millum suðuroyingar, bæði í Suðuroynni og aðrastaðni í landinum, og eisini millum nógv fólk í Føroyum sum heild.

Tá 1. viðgerð byrjaði fyltist tað eisini skjótt við fólki á áhoyraraplássunum í Tingsalinum. Ein stórur partur vóru ungdómar frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy og aðrir suðuroyingar, sum høvdu leitað í Løgtingið at fylgja við.

Nú klokkan er farin av 16.30 er viðgerðin framvegis ígongd og røðaralistin er langur.

Facebook viðmerkingar