Nú nógv negativ miðlaumrøða bleiv um eina sera spennandi verkætlan um Maritiman Mentanardepil í Vági, tí at Dennis Holm, sum hevur verið sjálvboðin í Vágs Sóknar Bygdasavni í 25 ár, viðgjørdi umsóknina í Fíggjarnevndin, sum sjálvandi er sera óheppi, so vilja vit vísa á, hvat verkætlanin handlar um.
Niðanfyri eru nakrar myndirnar av framløguni, sum eisini liggur á heimasíðuni hjá Løgtinginum undir málinum um Fíggjarlógina fyri 2026. Leinkja her: https://www.logting.fo/documents/68101.
Hetta er okkara boð uppá, at loysa eitt sera átrokandi mál fyri ein part av okkara lokala mentanararvi. Nevndin hevði eisini vóna, at politikkur ikki kom uppí og vit vóna ikki, at hetta fer at føra við sær, at hendan sera spennandi verkætlanin dettur niðurfyri..
Nú vóna vit, at jólafriður verður. So herja vit á aftur.
Vinarliga Nevndin í Vágs Sóknar Bygdasavni








Facebook viðmerkingar