Árligi jólahugnin í vøkru Plantasjuni, í Trongisvági, verður nú fríggjakvøldið 19. desember kl. 18:00.
Bollar og kakao verða at fáa, jólamenninir bjóða karamellur og felagssangur er á skránni.
Veðrið sær út til at verða gott. Eitt lítið lot, turt og uml 6 hitastig.
Takið eina løtu burtur úr jólarokanum og njótið eina friðsæla stund í hugnaligu Plantasjuni – øll eru hjartaliga vælkomin.
Sangheftið, ið nýtt verður, er at finna talgilt her https://tinyurl.com/2hsw9ttv


Facebook viðmerkingar