Fíggjarlógin 2026 við Suðuroyar-brillum

BySuðuroyarportalurin

19. desember 2025

Nú Fíggjarlógin fyri 2026 er samtykt á Løgtingi við 3. viðgerð, er áhugavert at hyggja eftir Fíggjarlógini við Suðuroyar-brillum.

Tá Fíggjarlógin varð borin í Løgtingið vóru tað nakrar raðfestingar í uppskotinum, sum eisini høvdu ávirkan á Suðuroynna. Til dømis var játtanin til Mentanarsøgulig skip, har Johanna TG 326 og Thorshavn eisini fáa stuðul, hækkað til 2 mió. kr., frá umleið 1 mió. kr. í 2023.

Tá álit kom frá Fíggjarnevndini, so vóru í nevndini gjørdar nakrar umraðfestingar og eisini nakrar nýggjar raðfestingar. Nakrar av hesum raðfestingum hava eisini ávirkan í Suðuroynni.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið 1,5 mió. kr. í hægri rakstrarjáttan og 1,5 mío. kr. í íløgujáttan, har íløgujáttanin fer til at projektera og bjóða út útbygging av starvsfólkabygningi, sokallaðu Skemmuna.

Á skúlaøkinum eru hægri játtan til Heilsuskúla Føroya. Játtanin til Heilsuskúlan hevur til endamáls at geva rúmd fyri at gera leiguavtalu í sambandi við at næmingaheim, soleiðis at tað verður lættari hjá næmingum, sum ganga á Heilsuskúlanum, at finna bústað, meðan tey eru á Heilsuskúlanum.

Eisini er játtan til gera tørvslýsing og skipanaruppskot í smb. við neyðugar útbyggingar av Skúladeplinum í Suðuroy og somuleiðis gera tørvslýsing og skipanaruppskot í smb. við Føroya Eftirskúla, soleiðis at hesir báðir týðandi skúlar í Suðuroynni fáa betri karmar.

Játtanin til Skjalasavnið á Tvøroyri er eisini hækkað, umframt at játtanin til “Onnur listasøvn”, sum m.a. fevnir um Ruth Smith Savnið í Vági, eisini hækkar í 2026.

Tá tað kemur til infrakervið, so eru tað eisini nýggjar játtanir, umframt játtanir hjá Landsverki, sum eru markaðar til infrakervið í Suðuroynni. Millum annað eru raðfestingar viðv. vegnum í Trongisvági, í Froðba, gomlu brúnna í Hovi, og til gongubreyt við brúnna um Sandin í Vági.

Samanumtikið kann sigast, at nú Fíggjarlógin fyri 2026 er samtykt er eisini greitt, at tað eru fleiri raðfestingar í Suðuroynni, sum hóast tær ikki eru stórar uttan iva at gera mun.

Facebook viðmerkingar