19. desember lat Kringvarp Føroya gera veljarakanning, sum Spyr.fo, hevur gjørt. Ein av spurningunum í kanningini er um Suðuroyartunnilin – og um Suðuroyartunnilin skal koma ella ikki.
Úrslitið av kanningini er rættiliga greitt. Í mun til hinar kanningarnar í ár, so eru tað nú fleiri, sum ynskja at Suðuroyartunnilin skal gerast sum skjótast, 26% í hesari kanningi í mun til 19% í kanningini frá 3. november, sum er beint eftir at málið um Suðuroyartunnilin varð sent til hoyringar aftur.
Áhugavert er, at í hesari nýggju kanningini eru tað 51%, sum siga, at Suðuroyartunnilin skal gerast, tá Eysturoyar- og Sandoyartunlar eru sjálvberandi – og tað eru Eysturoyar- og Sandoyartunlar nú.
Hetta merkir so eisini, at 77% av føroyafólki ynskja at Suðuroyartunnilin verður gjørdur beinanvegin.

Eysturoyar- og Sandoyartunlar eru nú sjálvberandi
Fíggingin av Eysturoyar- og Sandoyartunlnum hevur fevnt um partapening frá Landskassanum, tilsamans 400 mió. kr. yvir 11 ár og seinasta innskotið varð gjørt í 2024, tá 50 mió. kr. vóru settar í PF Eysturoyar- og Sandoyartunlar.
Umframt partapening, so hevur Landskassin eisini veitt ferðsluveðhald, tvs. rinda munin millum veruligum ferðsluna og ferðsluna, sum man hevði roknað við, tá verkætlanin byrjaði.
Árini 2022 til 2024 var hetta umleið 130 mió. kr. til samans.
Men síðani Sandoyartunnilin er latin upp er ferðslan vaksin nógv og merkir hetta eisini, at 2025 verður seinasta árið, har ferðsluveðhald verður goldið. Í 2026 eru “null krónur” játtaðar til ferðsluveðhald til Eysturoyar- og Sandoyartunlar.
Hetta merkir so eisini, at Eysturoyar- og Sandoyartunlar nú eru sjálvberandi, fíggjaðir bara við inntøkum frá ferðsluni gjøgnum tunlarnar.


Facebook viðmerkingar