Jólamenninir í Hvalba 2025

BySuðuroyarportalurin

28. desember 2025

Sunnukvøldið 28. desember kemur nýggjasti filmurin um Jólamenninir í Hvalba alment út.

Nógv kenna til Jólamenninir í Hvalba, sum liggja á youtube. Hetta er ein røð av filmun, sum gjørdir eru í samband við jólahaldið í Roynhøllini, sum á hvørjum er millum jól og nýggjár.

Fyrsti filmurin kom í 2009 og skjótt var greitt at hesir jólamenninir eru nokk so óargaligir, teir stjala og altíð er løgreglan ein partur av filmunum. Eisini sjúkrabilar og brandbilar eru við í onkrum av filmunum. Eitt stuttligt og annarleiðis íkast til jólahaldið í Roynhøllini.

Men fyri at øll, skulu hava ein møguleika at síggja filmarnar, sum gjørdir eru, so eru teir eisini at finna á Youtube.

Í ársins filmi, verður gjørd ein roynd at fáa skikk í jólameninir, við at bæði ein lærari og prestur, royna at terpa við teimum. Hvussu væl tað eydnast, ja tað mugu tit síggja á Youtube.

Filmurin er almennur, beint eftir jólahaldið í Roynhøllini, tann 28. desember kl 19:00. 

Facebook viðmerkingar